Sunda Kommuna
Útgivið
15. marts 2023
Útgongur
11. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið
Sunda kommuna søkir eftir tekniskum leiðara atbyrja 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Sunda kommuna fevnir um 11 bygdir í Eysturoynniog Streymoynni við yvir 1.820 borgarum.Sum tekniskur leiðari fært tú eitt spennandi ogsjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fært týðandileiklut í framhaldandi menningini av kommununi.

Kommunuskrivstovan er á Oyrarbakka og íkommunufyrisitingini starvast 10 fólk. Tekniskaøkið er skipað við tekniskum leiðara, tveimummálsviðgerum og tveimum eindum viðumsjónarmonnum, ávikavist veitingareind ogognareind.

Høvuðsuppgávur
• Daglig leiðsla á teknisku deild
• Fíggjarábyrgd av tekniska økinum
• Projekteringsarbeiði og eftirlit
• Býar- og byggiplanlegging
• Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
• Stýring av kommunalum byggiog viðlíkahaldsarbeiði
• Ábyrgd av øllum bygningum og undirstøðukervi hjá kommununi
• Skrivari hjá teknisku nevnd
• Ráðgeving av leiðslu og býráðslimum í tekniskum málum

Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umsøkjarar eiga at hava:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði saman við royndum
• Góðan kunnleika til leiðslu og fíggjarstýring
• Góð samstarvsevni
• Hollan telduførleika
• Evni at raðfesta, arbeiða undir trýsti og at hava nógv virksemi í gongd í senn.

Fyrimunir
• Leiðsluroyndir
• Kommunalt innlit
• Førleika í projekteringsarbeiði
• Kunnleika til Navision
• Kunnleika til ArcGIS
• Kunnleika til 360 journalskipan
• Royndir innan omanfyri lýstu høvuðsuppgávur

Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarandi yrkisfelag og KAF.

Nærri upplýsingar fáast við at venda tær til borgarstjóran á telefon 22 88 44

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 11. apríl 2023 kl. 12.00.

Umsókn skal sendast til: sunda@sunda.fo

Merkið umsóknina “Tekniskur leiðari”

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Líknandi størv

18. april 2024
Fast starv sum vaktur   Faroe Islands nýtt
5. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið