
Lýsing
KJ á Kambsdali søkir Tekniskan leiðara at byrja skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv, við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at virka í einum framfýsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um
- Dagliga leiðslu av teknisku deildini
- Fíggjarábyrgd á tekniska økinum
- Projekteringsarbeiði og planlegging
Tú hevur tætt samskifti við aðrar deildir á KJ, søludeild, verkætlanarleiðarar og goymslu.
Útbúgving/royndir
Viðkomandi útbúgving, sum t.d. maskinmeistari, verkfrøðingur ella viðkomandi royndir.
Vit vænta, at tú:
- hevur góð evni at skipa dagliga arbeiðið
- ert ágrýtin og arbeiðsom/samur
- ert væl skipað/ur
- hevur góð evni at samskifta
- tosar og skrivar enskt
Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Høvuðsarbeiðsstaður verður hjá KJ á Kambsdali.
Løn og treytir sambært avtalu við leiðsluna.
Spurningar
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Viggo á 588828, ella Ólav á 588817.
Umsókn við møguligum prógvum skal sendast til starv@kj.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. apríl 2023.