KJ Hydraulik
Útgivið
4. april 2023
Útgongur
14. april 2023
Staður
FO-530 Kambsdalur, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
starv@kj.fo

Lýsing

KJ á Kambsdali søkir Tekniskan leiðara at byrja skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv, við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at virka í einum framfýsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um

  • Dagliga leiðslu av teknisku deildini
  • Fíggjarábyrgd á tekniska økinum
  • Projekteringsarbeiði og planlegging

Tú hevur tætt samskifti við aðrar deildir á KJ, søludeild, verkætlanarleiðarar og goymslu.

Útbúgving/royndir
Viðkomandi útbúgving, sum t.d. maskinmeistari, verkfrøðingur ella viðkomandi royndir.

Vit vænta, at tú:

  • hevur góð evni at skipa dagliga arbeiðið
  • ert ágrýtin og arbeiðsom/samur
  • ert væl skipað/ur
  • hevur góð evni at samskifta
  • tosar og skrivar enskt


Setanartreytir

Starvið verður sett sum skjótast. Høvuðsarbeiðsstaður verður hjá KJ á Kambsdali.
Løn og treytir sambært avtalu við leiðsluna.

Spurningar
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Viggo á 588828, ella Ólav á 588817.

Umsókn við møguligum prógvum skal sendast til starv@kj.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. apríl 2023.

Líknandi størv

18. april 2024
Fast starv sum vaktur   Faroe Islands nýtt
5. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið