NES KOMMUNA
Útgivið
20. januar 2023
Útgongur
11. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nes kommuna søkir eftir tekniskum leiðara.

Tekniski leiðarin er virkin í arbeiðinum at menna kommununa. Uppgávan er at stuðla kommunustýrinum í at seta dagsskránna, og at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulívið.

Starvið
Tekniski leiðarin hevur ábyrgd av tekniska økinum, sum fevnir um

  • Býarskipan, byggisamtyktir og byggimálsvigerð
  • Íløgur, útstykkingar og lendisnýtslu
  • Húsavørðar og viðlíkahald
  • Vatnverk
  • Havnaøkið
  • Vegir og kloakk
  • Fríðkan, kirkjugarð og ruskpláss

Førleikar
Hevur tú viðkomandi útbúgving innan tekniska økið frá hægri lærustovni, ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir; ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið; og hevur tú kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring; so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.

Setanarviðurskifti
Starvið sum tekniskur leiðari verður sett sambært viðkomandi sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fleiri upplýsingar
Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru lýst greiniligari í starvs- og persónsprofilinum, sum liggur á heimasíðuni hjá Nes kommunu www.nes.fo. Á heimasíðuni finnur tú eisini aðrar viðkomandi upplýsingar um kommununa.

Hevur tú spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á tlf. 565000.

Umsóknir
Umsóknir til starvið skulu vera Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 10. februar 2023 kl. 12:00 og sendast til:

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

Ella sum teldupostur til nes@nes.fo.

Viðmerk “Tekniskur leiðari” á umsóknina.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið