Lýsing
Á Strandferðsluni er eitt spennandi starv sum tekniskur leiðari leyst at søkja. Sum tekniskur leiðari fært tú ábyrgdina av at tryggja tekniska partin av rakstrinum av skipunum og tilhoyrandi rakstrargøgn.
Uppgávan er eins avbjóðandi sum hon er mennandi og spennandi. Fleiri av skipunum í Strandferðsluflotanum eru eftirhondini vorðin gomul, men sett er politiskt út í kortið at endurnýggja ferjurnar. Peningur er settur av til kanningar og skitseringar, og hol er sett á hesa spennandi verkætlan. Eftir ætlan skulu nýggju ferjurnar byggjast í Føroyum og skulu sigla uppá grøna orku, ið er eitt risa frambrot í grønu menningini av føroyska infrakervinum. Eftir ætlan verður farið undir fyrstu bygging í seinnu hálvu av 2024, og hesum verkætlanum verður tú ein náttúrligur partur av.
Starvið
Sum tekniskur leiðari fært tú stóra ávirkan á títt starv og menningina av tí. Umframt tætt samstarv við rakstrarleiðaran, sum tú vísir til og avloysir eftir tørvi, er samstarvið eisini tætt við skipsinspektør og skipsleiðslur. Í felag umsita tit skipaflotan hjá Strandferðsluni.
Ábyrgd og arbeiðsuppgávur:
- Veita tekniska ráðgeving og vegleiðing
- Samskipa umvælingar og viðlíkahald
- Fyrireika og leiða verkætlanir
- Veita hagtalsuppgerð og greining av fíggjarliga rakstrinum
Førleikar:
- Fulla maskinmeistaraútbúgving ella aðra líknandi útbúgving
- Áhuga fyri bæði eldri og nýggjari tøkni
- Royndir við viðlíkahaldsskipanum og góðan teldukunnleika
- Vitan og royndir við leiðslu av verkætlanum
Vit vænta, at tú ert forvirkin, framfúsur, røkin og dugir væl at skipa teg. Breið og holl teknisk vitan er ein fortreyt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu og skipabygging.
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Starvið verður sett frá1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu.Dagligi starvsstaðurin er í útgangsstøðinum høvuðsskrivstovan á Tvøroyri.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 15.desember 2024. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Niels J. Nielsen, rakstrarleiðara, á t-posti nin@ssl.fo ella á telefon 293041.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.