Vágs Kommuna
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
4. august 2024
Staður
Vágsvegur 30, FO-900 Vágur, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
vagur@vagur.fo

Lýsing

Vágs kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja skjótast tilber.

Vágs kommuna ynskir, at tekniski leiðarin megnar at tryggja høgt tænastustig og tíðarhóskandi umsiting, har dentur verður lagdur á nýhugsan, hetta so, at tekniska deild kann tryggja eina góða tænastu til borgarar, vinnulív og politikarar.

Tekniski leiðarin hevur dagligu leiðsluna av teknisku deild hjá Vágs Kommunu og verður skrivari hjá Teknisku- og umhvørvisnevndini og hjá Havna- og vinnunevndini.

Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar:

  • Dagliga leiðslu av tekniska økinum
  • tilrættalegging og stýring av kommunalum uppgávum
  • býar- og byggiplanlegging
  • málsviðgerð, ráðlegging og ráðgeving
  • prosjektering og eftirlitsarbeiði
  • uppmáting, kortlegging og skráseting

Kommunan ynskir, at tú:

  • hevur viðkomandi langa ella miðallanga útbúgving á økinum
  • hevur leiðslu- og fyrisitingalikar royndir
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góðan telduførleika
  • hevur góð samskiftisevnir, bæði munnliga og skrivliga
  • hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir væl við viðskiftafólki

Lønar- og setanarviðurskifti:

  • Tekniski leiðarin er partur av leiðslutoyminum hjá Vágs Kommunu
  • starvið er fulltíðarstarv
  • starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag

Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um lívsroyndir skulu sendast til Vágs Kommunu í seinasta lagið 4. august 2024. Umsóknin og skjøl skulu sendast inn her.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara á telefon 73 30 08.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vágs Kommuna skilar sær rætt til ongan umsøkjara at velja og um mett neyðugt lýsa av nýggjum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið