Føroya Tele
Útgivið
31. juli 2024
Útgongur
18. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ómaksleyst samband skulu øll taka fyri givið. Fortreytin er tó, at fólk við góðum førleikum gera sær ómak hvønn dag. Vit leita tí eftir tekniskum ráðgeva, sum skal røkja sjálvsøgdu uppgávuna, ið er at veita skjóta og svikaleysa tænastu til vinnuna.

Fyri hvønn dag, sum gongur, fær skjótt og svikaleyst samband meiri og meiri at siga. Bæði fyri einstaka føroyingin og fyri framburðin í samfelagnum. Í okkara hugaheimi er ómaksleyst samband rótin til alt gott.

Í Føroya Tele loyva vit okkum tískil ikki at taka nakað annað fyri givið enn at røkja og menna eitt so gott og nútíðarhóskandi samband sum yvirhøvur til ber. Tað er hesa uppgávu, sum ágrýtnu og dugnaligu starvsfólkini á vinnudeildini greiða hvønn dag.

Vilt tú verða partur av kundavendu drívmegini í Føroya Tele? Vit leita eftir tekniskum ráðgeva til vinnudeildina, har seks vinnuráðgevar og tveir tekniskir ráðgevar arbeiða. Á deildini eru lyklaorðini kundarøkt og skjót og svikaleys tænasta.

Sum tekniskur ráðgevi er tað umráðandi, at tú ert forvitin og hevur tev fyri røttum loysnum til hvønn einstaka vinnukunda; tað verið seg alt frá telefontøkni, vekslaraskipanir og til IoT-tænastur, sum vinda upp á seg.

Vinnudeildin byggir í stóran mun á samstarv og vitanardeiling. Tískil hevur tað stóran týdning, at tú virðismetir gott samstarv og samskifti við starvsfelagar á vinnudeildini, men eisini tvørturum allar aðrar deildir.

Tað er fyrimunur, at tú hevur viðkomandi tekniskar royndir og/ella útbúgving í fakinum. Tó virðismeta vit mest, at tú ert forvitin, hevur stóran áhuga fyri tøkni og skipanum og kanst umseta hetta til ítøkiligar kundatørvir.

Starvsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík, og setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er sunnudagin 18. august 2024.

Ljóðar hetta sum starv fyri teg? So gleða vit okkum at fáa umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum. Set teg í samband við Rúna Nolsøe, leiðara, á 243372 og rno@ft.fo, ella Sonny Joensen, HR-ráðgeva, á 243009 og sfd@ft.fo, fyri at frætta meira um starvið.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið