Bakkafrost
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
1. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi? So e starvið sum vara tekniskur leiðari til framleiðsluvirkið á Glyvrum nakað fyri teg.

Starvið
Sum vara tekniskur leiðari á framleiðsluvirkinum verður tín fremsta uppgáva saman við tekniska leiðaranum at skipa arbeiðið hjá maskinfólkunum og saman við teimum loysa tøkniligar avbjóðingar, umframt hava ábyrgd av viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum til tess at tryggja eitt optimalt framleiðslurensl.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

  • Eftirlit og skipan av umvælingararbeiði og umstillingum av maskinum
  • At luttaka í tekniskum verkætlanum í sambandi við út- og umbyggingar
  • Aðrar uppgávur í samráð við tekniska leiðaran

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í vanligari dagtíð, men yvirtíð og skeivar tíðir mugu væntast. Vara tekniskur leiðari er eisini partur av vaktarskipan.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi útbúgving, sum t.d. verkfrøðingur ella maskinmeistari.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brian Højgaard, tekniskan leiðara, á tlf. 23 52 20 ella við telduposti til brho@bakkafrost.com ella Andrias Petersen, Rakstrarstjóra í Kryvjing á tlf. 23 51 20 ella við telduposti til anpe@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin
Umsóknarfreistin er 01. november 2024.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Sí lýsing her

Søk starvið

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið