Taxi Bil
Útgivið
25. juli 2024
Útgongur
24. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú gott yvirblikk, telefonsmíl, rímiligan telduførleika og hug at arbeiða hjá Føroya størsta taxa felag?

So leita vit kanska eftir júst tær. Vit hava fleiri størv tøk á okkara støð.

Arbeiðið fevnir um at taka telefonina og senda bilar út, umsita bókingar til flogrutu á telefon, telduposti og heimasíðu og svara øðrum fráboðanum umvegis teldupost.

Við 37 hýruvognum og avtalum við vinnulív, stovnar og ferðavinnu, er Bil eitt sunt og væl rikið felag.

Drívmegin er at veita góða tænastu til kundar okkara og vera álítandi veitarin, ið kundin altíð kann rokna við. Sum móttøkufólk ert tú fyrsta røddin, ið kundin møtir, og okkara rødd úteftir.

Vit leggja dent á høgt tænastustøði, og at vit støðugt tillaga okkum tørvin hjá okkara kundum.

Vit hava altíð gingið á odda, og vóru í 2016 fyrsta føroyska taxa felagið við egnari app.

Størvini sum móttøkufólk kunnu vera fulltíðarstørv ella parttíðarstørv, alt eftir hvat tú hevur hug og stundir til. Tað kann tí lætt sameinast við eitt nú lestur ella annað parttíðarstarv. Einki aldursmark er, og eru evnini og hugurin til staðar, hevur tað minni týdning, hvørt tú ert pensionist ella lesandi.

Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Beinir Kristiansen, stjóra, á +298 232440 ella stjori@taxi.fo

Umsóknir skulu sendast saman við viðkomandi skjølum áðrenn fríggjadagin 16. august á stjori@taxi.fo. Tær verða avgreiddar leypandi.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið