Lýsing
Ocean Rainforest leitar eftir arbeiðssomum og ágrýtnum starvsfólki at arbeiða á framleiðsluvirkinum okkara í Kaldbak. Talan er um tíðarskeiðið frá miðjum august til januar 2026, tó við møguleika fyri leingjan um tørvur er til tess.
Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:
- Skiljing og sortering av tara.
- Turking og pakking av vørum.
- Meirvirkirka taran.
- Vasking og dagligt reinhald.
- Annað fyrifallandi arbeiði innan framleiðslu.
Vit leggja dent á eitt gott og spennandi arbeiðsumhvørvi, og tú verður partur av einum fjølbroyttum og dugnaligum toymi.
Vit vænta, at tú:
- Kanst arbeiða í skiftisvaktum.
- Hevur gott arbeiðslag og samstarvsevnir.
- Ert ábyrgdarfull/ur og álítandi.
- Tora at taka ábyrgd og leiða, tá tørvur er á tí.
Fyrimunir (ikki krav):
- Trukkføraraskeið ella koyrikort til vogn.
- Royndir innan framleiðslu ella líknandi arbeiði.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri tímalønt starvsfólk.
Hevur tú spurningar ella ynskir at søkja, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sveinur Øssur Skaalum Petersen, Rakstrarstjóri, við at skriva til: Sveinur@oceanrainforest.com.
Um Ocean Rainforest: Ocean Rainforest er ein spennandi fyritøka, ið stendur í stórari menning. Virksemið hjá fyritøkuni fevnir um aling og framleiðslu av tara í Føroyum.