Lýsing
Søkt verður eftir fysioterapeuti til tíðaravmarkað starv til setan skjótast møguligt til og við 30.09.2025. Starvið er við setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.
Um okkum
Vit eru eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús og taka imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Í Ergo- og Fysioterapiini starvast starvast 4 fysioterapeutar, 1 ergoterapeutur og 1 heilsurøktari.
Um starvið
Vit veita viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum, og ambulant virksemi eftir ávísing frá kommunulækna. Sjúklingarnir umfata bæði børn og vaksin.