Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Útgivið
18. marts 2023
Útgongur
31. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla. Í Sørvágs skúla eru 168 næmingar í 1. – 10. flokki, íroknað ein serflokk við 12 næmingum. 19 lærarar, 3 námsfrøðingar, ein stuðul umframt heilsufrøðingur, kt-vørður, húsavørðir og reingerðarfólk starvast í skúlanum. Starvið verður sett frá 1. apríl 2023 og í fyrsta lagi í eitt tvey ára skeið við møguleika fyri leingjan.

Um starvið
Starvið er fyri skúlastjóra, ið er løgtingslimur, og tí ikki fær røkt skúlastjórastarvið, sum er fulltíðarstarv.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Stjórin skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning bæði fakliga og sosialt.

Førleikakrøv

  • Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar, starvsroyndir í fólkaskúlanum og leiðsluroyndir. Harumframt er tað ein fyrimunur at hava skeið ella útbúgving í leiðslu.
  • Førleika at loysa truplar støður og taka neyðugar avgerðir.
  • Vilja og evni at menna skúlan til framtíðar tørv og krøv.
  • Duga at orða seg á góðum føroyskum máli.

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Sørvágs skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi 31. mars 2023.

Umsóknin verður stílað til:
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella í t-posti til bumr@bumr.fo.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, í t-posti til jenny@bumr.fo ella ringja tlf. 55 50 44.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita barnaøkið, undirvísingarmál og gransking. Sí heimasíðu ráðsins www.bumr.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið