Eysturkommuna
Útgivið
24. august 2023
Útgongur
4. september 2023
Staður
Eysturkommuna Oyran 2 512 Norðragøta , Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eysturkommuna søkir eftir tilbúgvingarleiðara at byrja 01. oktober 2023. Talan er um eitt áhugavert, avbjóðandi og týdningarmikið starv, sum er leyst at søkja.

Eysturkommuna raðfestir, at hava eina góða og virkna tilbúgving, tí er starvið sum tilbúgvingarleiðari skipað fulla tíð.

Tilbúgvingarleiðarin, sum bygnaðarliga vísir til tekniska leiðaran, hevur ábyrgdina av at viðlíkahalda og menna tilbúgvingina hjá Eysturkommu í breiðum týdningi. Tilbúgvingarleiðarin skal tí samstarva við fleiri áhugapartar, til dømis teknisku deild og kommunalar stovnar, privatar fyritøkur og landsmyndugleikar.

Starvið sum tilbúgvingarleiðari
Starvið sum tilbúgvingarleiðari er eitt samansett operativt- og fyrisitingarligt starv, har faklig viðurskifti, leiðsla og samskipan eru lyklaorðini.

Fakliga ábyrgdin
Toghalda fyri at viðurskifti, sum hava við váðametingina og tilbúgvingarætlanina hjá Eysturkommunu at gera, verða viðlíkahildin og ment soleiðis at tilbúgvingin hjá kommununi allatíðina livir upp til krøvini í tilbúgvingarlógini.

  • Tryggja, at útbúgvingar og venjingarstøði hjá sløkkiliðsfólkunum er á einum høgum fakligum støði.
  • Tryggja, at stovnar, skúlar og fyritøkur í Eysturkommuna hava tilbúgvingarætlanir, sum eru dagførdar og á einum tryggum støði.
  • Fyriskipa regluligar venjingar saman við sløkkiliðnum, rakstrarstøðum hjá kommununi, umframt skúlum og fyritøkum í kommununi.
  • Hava talgilt og manuelt eftirlit við brandpostum og hjartastartarum.
  • Luttaka í byggimálsviðgerð í ávísum málum saman við teknisku deild.

Leiðsluábyrgdin

  • Leiðari fyri øll starvsfólk, sum hava tilknýti til sløkkiliðið og í hesum sambandi eisini ábyrgdina av fyrisitingar- og fíggjarligum viðurskiftum við atliti at sløkkiliðnum.
  • Fastur limur í tilbúgvingarnevndini.
  • Leiða eitt skaðastað saman við umboðum fyri politiið og heilsuverki.

Samskipandi ábyrgdin

  • Samskipandi bindilið millum rakstrarstøð og fyrisiting hjá kommununi, tilbúgvingarnevnd og býráð í viðurskiftum, sum hava við tilbúgving at gera.
  • Samskipa evnisdagar um tilbúgvingarlig viðurskifti fyri starvsfólkum hjá kommununi og borgarum í kommununi.

Førleikakrøv til tilbúgvingarleiðaran
Umsøkjarar til starvið sum tilbúgvingarleiðari verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Fakligir førleikar

  • Útbúgving sum tilbúgvingarleiðari m/k ella aðra viðkomandi útbúgving.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir innan brunateknisk og/ella tilbúgvingarlig viðurskifti.

Leiðsluførleikar

  • Útbúgving í átaksleiðslu kann vera eina fyrimunur.
  • Viðkomandi leiðsluroyndir kunnu vera ein fyrimunur.
  • Hevur ein natúrligan myndugleika og jaligan atburð.
  • Hug og hegni at leiða.

Persónligir førleikar

  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Góð evni, at raðfesta og taka støðu, eisini í torførum brunatekniskum og tilbúgvingarligum viðurskiftum.
  • Er í sínari atferð í starvinum sjónlig/ur, opin og álítandi.

Løn og setanartreytir:

  • Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.
  • Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Erik Lervig, kommunustjóra tlf. 730011 ella Unn S. Perdomo, tekniska leiðara tlf. 730013.

Umsókn við møguligu royndum:
Umsóknin saman við CV v.m. skal sendast til:

Eysturkommuna
Oyran 2
512 Norðragøta

ella teldupost: eystur@eystur.fo

Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 04. september 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið