Lýsing
Vestmanna kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólkið til Kongskjallaran (frítíðaransingin) at arbeiða 2 tímar um dagin aðru hvørja viku.
Arbeiðsuppgávur:
Starvið í Kongskjallaranum inniber alla dagliga reingerð av frítíðaransingini.
Persónligir eginleikar:
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðsom/samur
- Fleksibul og tolir broytingar
Setanarviðurskifti:
Talan er um tímalønt starv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira fæst at vita:
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðara á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo
Umsókn og freist
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til starv@vestmanna.fo. Viðmerk “Kongskjallarin”
Umsóknir skulu vera Vestmanna kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. desembur 2024 klokkan 12:00.