Lýsing
Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólkum at arbeiða nakrar tímar um vikuna.
- Eitt reingerðarfólk til frítíðaransingina í Kongskjallarinum at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, í dagtímunum, aðru hvørja viku (ólíka viku).
- Eitt ella fleiri reingerðarfólk at arbeiða í Gjáarlon. Tørvurin er 3,5 tímar hvønn gerandisdag frá klokkan 17:00, men arbeiðið kann býtast millum fleiri umsøkjarar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarin:
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
- Er álítandi og ágrýtin.
- Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt.
- Er røkin og sær hvar tørvurin er.
Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett 11. august 2025 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um tímalønt størv, sum eru lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar um størvini
Eru spurningar viðvíkjandi størvunum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Morten Hust Petersen, dagstovnaleiðara, á tlf. 770 130, ella Rúnu Koba, kommunuskrivara, á tlf. 770 102.
Freistin at søkja er 7. juli 2025
Skrivlig umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til: starv@vestmanna.fo. Viðmerk hvar tú ynskir at arbeiða og hvussu nógvar tímar tú kanst arbeiða.