Vestmanna Kommuna
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
15. marts 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Kom við umborð og verð partur av einum aktivum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni.

Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp.

Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu. Somuleiðis er tað ein fyrimunur um tær dámar at arbeiða við rørslu.

Talan er um:

  • Tímar seinnapart (11-17) í Frítíðarstovuni, sum er eitt frítíðartilboð fyri børn í 1., 2., og 3. flokki.
  • Tímar ímillum kl 6.45 - 17 í Gjáarlon, í vøggustovu ella í barnagarð (0-6 ár).
  • Tímar ímillum kl. 6.45 - 17 í Látipípuni aldur 5-6 ár.

Starvið sum avloysari kann samskipast við lestur ella annað starv.

Hvørji eru vit?
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagir, ið allir koma við sínum íkasti til eitt
aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm,
atgongd til fimleikahøll, svimjihøll, grønt øki og bál-smáttur. Eisini eru vit nógv úti í náttúruni.

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Meira fæst at vita
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo

Starvstøka skjótast gjørligt:
Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda ein teldupost til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”avloysari”

Í teldupostinum skalt tú fortelja eitt sindur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir, nær tú kanst byrja, og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum avloysari.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. mars 2024.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Samrøður verða hildnar leypandi.

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið