Lýsing
J&K Petersen søkir eftir lærlingum til okkara timburdeild.
Sum timburlærlingur fært tú eina stuttliga og gevandi lærutíð, góða útbúgving, umframt vitan, sum kann brúkast alt lívið.
Timburútbúgvingin er eisini ein góð byrjan uppá útbúgvingar- og starvsleiðina hjá tær, sum ynskir at útbúgva teg víðari til byggi- ella verkfrøðing.
Lesið meira um útbúgvingina her: https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/bygging/husasmi%c3%b0ur
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,
- eitt arbeiðspláss við góðum samanhaldi, og
- góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgvin.
Um teg
Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:
- álítandi
- ágrýtin
- røkin
Koyrikort er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Umsókn
Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, ert tú vælkomin at ringja til Fríða Reinert Djurhuus, lærumeistara, á telefon 585063.
Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 30. mai 2025.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI