P/F ArtiCon
Útgivið
23. december 2025
Útgongur
5. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Nú hevur tú møguleikan at fáa eina spennandi yrkisútbúgving sum húsasmiður. Útbúgvingin gevur tær ein hópin av møguleikum í framtíðini!

Vit søkja eftir timburlærlingi innan byggivinnuna at byrja 12. januar 2026 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan byggiarbeiði, timburarbeiðir og elementframleiðslu av timbri.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning úti á einum byggiplássi og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn ella í Klaksvík í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er tilsaman 4 ár.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Tú fær eisini eina útbúgvingarbók, sum tú hevur við tær í lærutíðini, fyri at tú fær kunnleika á øllum fakøkinum. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Vit vænta, at tú:

  • er røkin og álítandi
  • ert arbeiðssom/-samur
  • ert sjálvstøðug/ur
  • Brennir fyri handverkarauppgávum
  • Smittar góða lagi har tú kemur

Hvør kann søkja?
Vit ynskja fyrst og fremst, at tú hevur áhuga og ídni til tað verkliga arbeiðið. Tú er liðug/ur við Nám x í Fólkaskúlanum ella eina miðnámsútbúgving.

Vit ynskja starvsfelagar, sum eru nærlagdir, álítandi, duga væl at samstarva og vilja náa einum dygdargóðum úrsliti. Stutt sagt, tit brenna fyri at at framleiða.

Spurningar og umsókn
Vil tú vita meira um, hvussu tað er at vera lærlingur í Articon, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at ringja ella senda teldupost.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Timburlærlingur til Norðhús   Faroe Islands nýtt
23. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið