Lýsing
Um størvini
- Eitt fast starv á 28 tímar um vikuna. Tú verður partur av góðskutoyminum á Tjaldurs Apoteki, og kemur eisini at luttaka í vaktarskipanini á apotekinum.
- Eitt farloyvisstarv á 37 tímar um vikuna. Tú fært ábyrgdina fyri innanhýsis kunning á apotekinum, og verður eisini partur av vaktarskipanini. Hetta starvið er tíðaravmarkað til 1 ár.
Afturat nevndu uppgávunum, er kundatænasta ein týðandi partur av arbeiðinum.
Vit vænta, at
- Tær dámar at arbeiða við fólki, og tú hevur áhuga fyri kundatænastu.
- Tú ert jalig/ur og ein góður starvsfelagi.
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt arbeiðspláss, har faklig menning og trivnaður verða raðfest.
- Fittar og fryntligar starvsfelagar.
- Matarskipan við morgunmati og miðmála hvønn dag
- Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.
Meira fæst at vita við at venda sær til apotekara Petur Oluf Joensen á poj@apotek.fo, deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella deildarleiðara Beintu Joensen á beinta@apotek.fo. Tú kanst eisini ringja til okkara á tlf. 40 40 40.
Freistin at søkja er 14.03.2025.
Um Tjaldurs Apotek
Vit eru umleið 55 fólk, sum starvast á Tjaldurs Apoteki og á Apotekinum í Steinatúni. Vit veita heilivág til alla Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum og Norðstreymoy, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 28.000 fólk. Harumframt veita vit tænastu til kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, djóraheilivágsgoymslur, humanar heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim og eldrasambýli og sambýli fyri menningartarnað. Eisini senda vit pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 1000 kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, av teimum eru 550 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra.