Útgivið
22. februar 2022
Útgongur
14. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Tænarar til nýggja Bistro matstovu mitt í Tórshavn

Vit lata nýggja Bistro matstovu upp á okkara livandi Hotel Hafnia, í apríl 2022. Á matstovuni, ið eitur 1. Hædd, fara vit at servera alt frá moyrum búffum til fisk, skeljadjór og leskiligum dessértum - og tí sóknast vit eftir tænarum, ið dáma væl at práta við fólk og veita eina nærverandi tænastu.

Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði og harumframt:

  • Skapa karmar og hava uppsýn við at gestir føla seg vælkomnar, og fáa ásetta tænastustøðið
  • Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matvøruskrá
  • Halda arbeiðs– og gestaøkið ruddiligt og hugnaligt 

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava parttíðar størvini við síðunar av lesnaði.


Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. Tú kemur at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár.

Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum. Starvsbyrjan er 18. mars 2022. Talan er bæði um fulltíðar- og parttíðarstørv.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda okkum umsókn v.m. umvegis hr@hafnia.fo, í seinasta lagi 14. mars 2022.

Meira fæst at vita um størvini, við at seta teg í samband við Peter Hentze, F&B leiðara, á tlf. 233146 ella við at senda ein teldupost til: ph@hafnia.fo.

*

Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er okkara livandi 3-stjørnaða superior hotell mitt í Havnini, við 79 kømurum, 4 smáttum og 4 stjørnaðum ráðstevnu hentleikum. Hotel Hafnia rekur eisini hugnaligu Kafé Kaspar, sjarmerandi matstovuna Katrinu Christiansen og letur nýggja bistro matstovu upp í vár 2022. Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið