Lýsing
Tænarar til nýggja bistro matstovu mitt í Tórshavn
Vit hava latið nýggja bistro matstovu upp á okkara livandi Hotel Hafnia. Á matstovuni, ið eitur 1. hædd, servera vit moyrar búffar, ymiskar fiskarættir og leskiligar dessértir - og tí sóknast vit eftir tænarum, ið dáma væl at práta við fólk og veita eina nærverandi tænastu.
Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði, og harumframt:
- Tryggja at gestir kenna seg vælkomnar, og fáa ásetta tænastustøðið
- Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matvøruskrá
- Halda arbeiðs– og gestaøkið ruddiligt og hugnaligt
Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava størvini við síðunar av lesnaði.
Tú
Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, eisini tá nógv er at gera. Tú kemur at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár.
Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum. Talan er bæði um fulltíðar- og parttíðarstørv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænarar til bistro matstovu”. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 25. apríl 2022.
Meira fæst at vita um størvini, við at seta teg í samband við Peter Hentze, F&B leiðara, á tlf. 233146 ella við at senda ein teldupost umvegis: ph@hafnia.fo.
*
Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er okkara livandi 3 stjørnað superior hotell mitt í Havnini, við 79 kømurum, 4 smáttum og 4 stjørnað ráðstevnuhentleikum. Hotel Hafnia fær í næstum umhvørvisgóðkenningina Green Key, og eru vit sera errin um hetta. Hotel Hafnia rekur hugnaligu Kafé Kaspar, sjarmerandi matstovuna Katrinu Christiansen og vit opna nýggja bistro matstovu á vári 2022. Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum.