Framskák
Útgivið
28. maj 2021
Útgongur
7. juni 2021
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Framskák er í vøkstri og er fremsti føroyski veitarin av stórskíggjum, talgildari skelting, fundarhølum og loysnum til videofundir.

Vit vilja vera fremst í huganum hjá føroysku vinnuni, tá ið tað snýr seg um framtíðar loysnir og nøgdsemi.

Tøkningurin, vit leita eftir, skal, umframt umsiting av KT-skipanum og support, stuðla sølutoyminum við tekniskari skjalfesting og aðrari tekniskari serfrøði.

Tað er umráðandi, at tað fellur tær natúrligt at vilja tað besta fyri kundan.

Vit ímynda okkum, at tú
  • hevur royndir innan KT/AV-tøkni
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur viðkomandi KT-útbúgving/royndir
  • hevur jaligan hugburð og gott arbeiðslag
Tínar uppgávur verða at
  • umsita KT-skipanir
  • skjalfesta loysnir
  • veita nær- og fjarsupport
  • vegleiða okkara kundum kring landið
  • stuðla søludeildini við tekniskum skjalfestingum
Tú verður ein týðandi partur av einum lítlum vaksandi toymi av serfrøðingum í tekniskum tænastum til vinnuna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Arbeiðsstaðurin er á Skálatrøð í Havn.

Send umsóknina innan 7. juni tilstarv@framskak.fo

Hevur tú spurningar, ella vilt tú frætta meira um starvið,
so ring til stjóran, Sigmund Mikkelsen,á tlf. 717101

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið