Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú telduførleikar á brúkarastigi og dámar tær at samskifta við viðskiftafólk? So hava vit kanska eitt spennandi starv til tín.

Til deildina fyri Toll og Avgreiðslu á Óðinshædd sóknast vit eftir einum ágrýtnum starvsfólki til fulltíðarstarv.

Hvønn dag koma sendingar í hópatali til Posta, sum skulu avgreiðast, áðrenn tær fara víðari til móttakaran. Í deildini fyri Toll og Avgreiðslu er høvuðsuppgávan at tollavgreiða postsendingar, sum koma til landið, samskifta við viðskiftafólk og við TAKS. Harafturat er høvuðsuppgávan í avgreiðsluni á Óðinshædd at avgreiða sendingar og vegleiða viðskiftafólki. 

Um starvið
Sum tollavgreiðslufólk verður tín fremsta uppgáva at tolla og fakturera postpakkar, at samskifta við kundar og við avvarðandi myndugleikar. Tú luttekur eisini í at loysa aðrar fyrifallandi, dagligar uppgávur í deildini.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur telduførleikar á brúkarastigi, og at tær dámar at samskifta við viðskiftafólk. Hevur tú royndir við tolling og við Navision, er tað ein fyrimunur. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og at tú vísir ábyrgd. Vit bjóða tær góða upplæring, og tú gerst partur av einum toymi við væl royndum starvsfólkum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, og starvsstaðurin er skrivstova okkara á Óðinshædd 2 í Havn. Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella sambært avtalu.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er sunnudagin 24. juli 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Annie Højgaard, Leiðari fyri Posttoll og Avgreiðslu á Óðinshædd, tlf. 236092 ella anho@posta.fo
ella til Báru á Lag, Marknaðar- og HR-leiðari í Posta, telefon 236049 ella Bara@posta.fo.

Um Posta
Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum, og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta er ein logistikkfyritøka og hevur seinastu árini verið í einari stórari menning. Vit eru umleið 150 starvsfólk býtt um alt landið.

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við væl skikkaðum og dugnaligum starvsfeløgum. Á Posta eru hølini ljós og vinarlig, og til ber at melda seg til matarskipan. Tú verður partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi við góðum trivnaði.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið