TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
15. september 2022
Útgongur
27. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur á Tjarnargarði«

Á Tjarnargarði verður søkt eftir einum kostfakligum starvsfólki á starvsbrøk 1,0. Starvsbyrjan er 1. novembur 2022, og arbeiðstíðin er í dagtímum gerandisdagar mellem kl. 8 og 16.

Á Tjarnargarði eru tvær deildir, røktardeildin Lava-/Luddalon, har sum 24 eldri borgarar búgva. Og demensdepilin við tólv búplássum, fimm umlættingarplássum, tíggju dagtilhaldsplássum, umframt at veitt verður fysio- og ergoterapi til demensraktat borgarar í kommununi.

Tann nýggi móttøkukøkurin, er ein proffesionellur stovnskøkur á Tjarnargarði. Køkurin er góðkendur og tikin í nýtslu í ár. Matframleiðslan á Tjarnargarði er til 41 borgarar, og umfatar millummáltíðir, nátturða og bakstur. Døgurði og omaná kemur dagliga frá køkinum á Lágargarði.

Arbeiðsuppgávur
Matframleiðsla, fyrireiking, innaneftirlit, innkeyp, og fyrireiking av teimum ymisku heitu og køldu rættunum, smyrjibreyð, dessertir, baking og sjúkrakost/diæt. Taka ímóti døgurðanum frá Lágargarði, borðreiða matin, upprudding, uppvask og reingerð.

Fyri at fáa máltíðirnar til stjørnuløtur í gerandisdegnum hjá búfólkunum, kemur tú at arbeiða tvørfakligt saman við teimum ymisku fakbólkunum á Tjarnargarði.

Fakligir og persónligir førleikar/eginleikar

  • Túhevur útbúgving sum føðsluatstøðingur, kokkur ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Túbrennur fyri at gera matin frá grundini og fjálga um búfólkini, og ert áhugað/-ur í at varðveita ta føroysku matmentanina
  • Túskalt duga at síggja dygdina í at nýta frískar rávørur og megna at minka um matspill
  • Túbrennur fyri at gera mat til eldri borgarar, og tú kemur at starvast eftir galdandi tilmæli, innanfyri sjúkrakost/diæt
  • Túert góð-/ur til at geva títt íkast, kemur við hugskotum, skipar fyri og ert virkin saman við tínum starvsfelaga í køkinum
  • Túert tænastusinnað/-ur og áhugað/ur í at samstarva við røktarstarvsfólkini um tær ymisku máltíðirnar
  • Túert røkin, og hevur reinføri í miðdepilinum í køkinum
  • Túkanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Túhevur góð samstarvsevnir og ert týðulig/-ur
  • Túhevur kt-førleika á brúkarastøði, d word

Vit bjóða:

  • einfakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkaná menningina í køkinum
  • upplæringá staðnum
  • eittarbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelag Føroya ella avvarðandi felag.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við CV skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 27. september 2022.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Camilla Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkar, á telefon 22 37 82, ella á teldupost camillab@torshavn.fo

Umsóknarfreist

týsdagur 27. september 2022

 

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið