Lýsing
Toymisleiðari til svangre/barsil á Barnakonueindini

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir toymisleiðara við ljósmøðrafakligari bakgrund til svangre/barsil á Barnakonueindini. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 1,0 til setan skjótast møguligt. Toymisleiðarin hevur tilvísing til funktiónsleiðsluna á Barnakonueindini.
Um Familjidepilin
Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.
Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá kvinnuni/barnakonuni, barnafamiljuni og børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdum og funktiónum, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað. Familudepilin varð settur á stovn 01.06.2021 og flytir eftir ætlan í nýggja H-bygningin í 2022.
Um Barnakonueindina
Virksemi á Barnakonueindini er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primæra geiranum. Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftir føðing. Fokusøkið er kvinnan, frá hon er vorðin við barn, til føðing og fyrstu tíðina eftir føðing.
Endamálið er at arbeiða heilsufremjandið og fyribyrgjandið at veita viðgerð og røkt til kvinnuna áðrenn og eftir føðing og til nýfødda barnið og familjuna sum heild. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.
Um Svangre/Barsil
Økið umfatar innlagdar barnakonur við komplikatiónum í barnsburði og barnakonur í vanda fyri at eiga ov tíðliga. Umframt barsilsrøkt av innløgdum mammum eftir føðing og barn teirra. Harafturat umfatar økið eftirføðingartilboð til mammuna, og nýggju familjuna, sum ynskir at fara heim ambulant eftir føðing.
Á eindini starvast ljósmøður, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar við sergrein innan obstetrik.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
- At skipa arbeiðið í gerandisdegnum og tryggja at tær klinisku uppgávurnar verða loystar, í tráð við gransking og nýggjastu vitan – herundir leiðreglum hjá Heilsustýrinum Anbefalinger for Svangreomsorgen
- Í tøttum samstarvi við toymisleiðaran fyri viðgongu og føðing, at raðfesta arbeiðsuppgávur og arbeiðsbýti á Barnakonueindini
- At luttaka í klinisku røktini á økinum og á Barnakonueindini annars
- Saman við Funktiónsleiðsluni at tryggja eitt høgt fakligt støði í tilboðinum til kvinnur og børn teirra áðrenn og eftir føðing
- Uppfylgjan av mannagongdum og leiðbeiningum
- At samskipa arbeiðið saman við hinum toymisleiðarunum á deplinum og sjúkrahúsininum yvirhøvur
- Ábyrgd av at reglugerðir verða fylgdar t.d. viðvíkjandi reinføri, rættari nýtslu av tólum o.a.
- Leggja til rættis og gera innleiðsluætlan viðvíkandi nýsettum starvsfólki og lesandi
- Skipa fyri undirvísing og upplæring av røktarstarvsfólki á eindini, so fakliga støðið er tryggjað
- Viðlíkahald av prosedurubakkum, akutbakkum og útgerð
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
- Góð samskiftis- og samstarvsevni og góð evni til tvørfakligt samstarv
- Evni at raðfesta og samskipa arbeiðið, í samstarvi við aðrar toymisleiðarar á eindini og deplinum. Og evnið at arbeiða skipað
- Royndir og hug at arbeiða við barnsburði, føðing og eftirføðing, herundir serliga komplikatiónum í barnsburði, postpartum komplikatiónum og eftirføðingarreaktiónum
- Eldhugað/ur og hevur aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning
- Nýhugsandi og broytingarsinnað/ur
- At miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar
Vit bjóða
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklingainnleiðslu á eindini
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú fært ávirkan á menningina
- Samstarv við hinar leiðararnar og starvsfólkini á Familjudeplinum
- Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á at menna innanhýsis og uttanhýsis samstarv
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi ljósmóðir í funktiónsleiðslu Rannvá Debes Christiansen ranch@ls.fo ella yvirlækna við sergreinaábyrgd Dianu Reynstind direy@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 10.05.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast, áðrenn byrja verður.
Á okkara heimasíðu, www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum”, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.