SEV
Útgivið
23. januar 2025
Útgongur
5. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir toymisleiðara til málaratoymið á innleggingardeildini at byrja skjótast gjørligt.

Um innleggingardeildina
20 fólk eru í starvi á innleggingardeildini, fýra teirra starvast í málaratoyminum. Innleggingardeildin hevur alt landið sum arbeiðsøki sítt, og hevur í høvuðsheitum hesi øki um hendi:

  • eftirlitvið nýggjum elinnleggingum
    • skráseting av innleggingum kring alt landið
    • máting og greining av spenningsgóðsku
    • tekniska kundatænastu
    • løðistøðir til elbilar

Málaratoymið hevur um hendi rakstur, viðlíkahald og útbygging av málaraparkini.

Uppgávur
Málaraparkin í Føroyum er fjaravlisin. Tín uppgáva er at samskipa arbeiðið innan málaraøkið, umframt at føra verkætlanina við tímaavrokning á mál og tryggja støðugt samband við málaraparkina.

Talan er um umsiting, viðlíkahald, greina og finna møgulig brek í samskiftinum á nýggju elmálaraskipanini. Umframt at leiða arbeiðið innan uppsetan, útskiftan og aðrar uppgávur, sum hava við málaraparkina at gera, so vit kunnu tryggja støðugan fjaravlestur.


Vit vænta, at tú hevur eltekniska útbúgving og hevur góðan kunnleika til eløkið. Ynskiligt er eisini, at tú hevur royndir við feilfinning.

Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Tú ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt. Harumframt, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. Eisini er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.

Sev
Vit eru av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi. Vit bjóða tær:

  • smidligararbeiðsumstøður
    • fjøltáttaðan arbeiðsdag
    • ávirkan á egið arbeiði
    • fakliga menning
    • viðkomandi skeið

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum 92 í Tórshavn. Starvið er sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, og flokkað sum serfrøðingur III, stig 34 – 40.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Djurholm, leiðara á innleggingardeildini, á telefon 225516 ella Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netpartin hjá Sev á telefon 210464.

Umsóknarfreistin er 5. februar 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: toymisleiðari.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið