Lýsing
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir toymisleiðara, við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund, til neonatologiina í Børn & Ung Somatikk. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøk 1,0 til setan frá 01.12.2024 til 31.08.25.
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Psykiatri og Børn & Ung Somatikk.
Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi.
Fokus er á sjúklingagongdum og funktiónum, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Um Børn & Ung Somatikk
Eindin Børn & Ung Somatikk fevnir um innløgd børn og ung frá 0 til 18 ár og neonatologi, sum er viðgerð og røkt av ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum. Eindin fevnir eisini um ambulant virksemi.
Tú kemur at starvast við eini spennandi sergrein saman við fakliga eldhugaðum starvsfeløgum, ið vilja gera mun hjá teimum familjum, ið hava tørv á serkunnleikanum á deildini. Vit arbeiða tvørfakligt út frá meginregluni um familjumiðsavnandi røkt, har foreldrini eru ein sameindur og natúrligur partur av røkt og viðgerð.
Neonatologiin er í løtuni staðsett á Føðideildini, men flytir í Børn & Ung Somatikk eindina, tá ið flutt verður í nýggja H-bygningin.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- At skipa og reka dagliga arbeiðið millum starvsfólkini í toyminum
- Saman við funktiónsleiðsluni at leiða og menna neonatologiina, soleiðis at tað er í tráð við gransking og nýggjastu vitan
- Skipa fyri undirvísing og upplæring av neonatalsjúkrarøktarfrøðingum
- Uppfylging av mannagongdum og leiðbeiningum
- At tryggja eitt høgt fakligt støði á neonataløkinum
- At leggja til rættis innleiðsluætlan fyri nýsettum starvsfólkum og lesandi
- At vera við í klinisku røktini
Dentur verður lagdur á
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Hollar royndir innan serøkið neonatologi
- Góðar leiðsluførleikar
- Góð samskiftis- og samstarvsevni
- Evni at raðfesta og samskipa arbeiðið
- Nýhugsandi og broytingarsinnað/ur
- Evni at miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar
Vit bjóða
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklingainnleiðslu í eindini
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú fært ávirkan á menningina
- Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á at menna innanhýsis og uttanhýsis samstarv
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur høgt fakligt støði og leggur dent á menning og trivnað
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til funktiónsleiðaran við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund, Herdis Ludvig á herlu@ls.fo ella yvirlækna við sergreinaábyrg, Fróða Joensen á frojo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 14.11.2024.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.