Lýsing
Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir toymisleiðara við ljósmøðrafakligari bakgrund til svangre/barsil á Barnakonueindini.
Talan er um eitt fast starv á brøki 1,0 til setan eftir avtalu við tann ið fær starvið.
Toymisleiðarin er fakligur leiðari á svangre/barsil og hevur tilvísing til funktiónsleiðsluna á Barnakonueindini.
Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøkir.
Eindirnar eru Barnakonueindin, Gynekologi, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.
Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonuni, barnafamiljuni og børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi.
Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Familudepilin varð settur á stovn 1. juni 2021 og flytir eftir ætlan í nýggja H-bygningin ultimo 2022/primo 2023