SUNDA KOMMUNA
Útgivið
2. december 2022
Útgongur
10. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
52

Lýsing

Sunda kommuna søkir eftir trivnaðarsamskipara at byrja 1. februar 2023 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Starvið:

Trivnaðarsamskipari er eitt fjølbroytt samskipanarstarv við eini rúgvu av spennandi uppgávum knýtt at. Bygnaðarliga er starvið skipað undir fíggjar- og fyrisitingarleiðaranum.

Tínar uppgávur eru millum annað at:

  • Fyrireika og vera skrivari til fundir hjá trivnaðarnevndini.
  • Fylgja upp at mál, sum eru samtykt av trivnaðarnevndini, verða sett í verk.
  • Taka tær av samskiftinum millum kommununa og stovnar undir trivnaðarnevndini, sum ungdómshús, dagtilhald, skúlar, dagstovnar o.o. og at stuðla undir tiltøk, ið hesi og onnur hava.
  • Røkja og samskipa ávísar uppgávur á Tekniska-, Vinnu- og Umhvørvisøkinum.
  • Røkja heimasíðu og sosialar miðlar hjá kommununi.
  • Samskipa og taka sær av øllum lýsingum og PR annars hjá kommununi, bæði til borgarar, vinnu og ferðandi.
  • Samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu.
  • Samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, einstaklingar v.fl.

Um teg ynskja vit, at tú:

  • Hevur royndir við samskipan, og dámar væl at “hava nógvar bóltar í luftini”
  • Dugir væl at miðla, hevur kunnleika til ymsa tøkni innan samskifti og helst eisini royndir sum samskiftisfólk.
  • Dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum.
  • Hevur royndir við at skriva og leggja tilfar út á heimasíður og sosialar miðlar.
  • Hevur royndir við journalskipanini 360, men hetta er ikki eitt krav.
  • Ert ágrýtin, arbeiðir miðvíst, dugir væl við fólki og hevur evni og hegni til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Setanarviðurskifti:

Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóannes A. Prestá fíggjar- og fyrisitingarleiðara í Sunda kommunu á 297205 ella joannes@sunda.fo.

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. januar 2023 kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til sunda@sunda.fo

Merkið umsóknina “Trivnaðarsamskipari”


Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Líknandi størv

24. januar 2023
Stjóri til Tórshavnar havn   Faroe Islands nýtt
19. januar 2023
Tekniskur leiðari til Nes kommunu   Faroe Islands nýtt
19. januar 2023

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið