Útgivið
5. januar 2024
Útgongur
17. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Almannaverkið søkir eftir nýggjum starvsfólkum til spennandi og týdningarmikil størv á Eirargarði 16A og B í Havn. Seinni í ár flytur sambýlið í nýggjan bygning í Reynstúni á Argjum.

- Eitt fast starv á Eirargarði 16A 35 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt.

- Tvey føst størv á Eirargarði 16B 35 tímar og 28 tímar um vikuna at seta 01.03.2024.

- Eitt farloyvisstarv á Eirargarði 16B 30 tímar um vikuna frá 01.03.2024 til 01.12.2025.

Fyri øll størvini er galdandi, at arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Havn og seinni á Argjum, tá ið nýggja sambýlið í Reynstúni er liðugt.

Eisini verður søkt eftir avloysarum at avloysa í sambandi við feriu, sjúku o.a.

Arbeiðsuppgávur
Á Eirargarði 16A og 16B búgva 20 fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt. Endamálið við stovninum er at veita búfólkunum upplivingar, umsorgan, og ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.

Eisini fevna uppgávurnar um persónliga røkt, sum t.d. vask og hjálp við at eta. Tú verður eisini kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samband við avvarðandi, læknavitjanir o.s.fr.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.

Eisini verður arbeitt eftir Gentle Teaching, sum er ein hugsanarháttur, ið tekur støði í relatiónsnámsfrøði, og har tað mest týðandi amboðið í samspælinum við búfólkið er starvsfólkið sjálvt. Tað grundleggjandi í Gentle Teaching er tryggleiki, viðurkenning, tilknýti, samvera og samspæl.

Førleikar
Søkt verður eftir námsfrøðingum ella fólki við heilsufakligari útbúgving. Umsøkjarar, sum ikki hava útbúgving, men hava royndir innan hetta økið, eru eisini vælkomnir at søkja. Um eingin við nevndu útbúgving ella royndum søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv. Til avloysarastørvini er útbúgving og royndir ikki eitt krav. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært búfólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Vit leita eftir umsøkjarum, sum skilja lyklaorðini umsorgan og nærveru. Vit leggja dent á samskiftis- og samstarvsførleikar í breiðari merking og á ein viðurkennandi og fevnandi atburð í gerandisdegnum, har dentur verður lagdur á góðan trivnað fyri búfólk og starvsfólk.

Vit kunnu bjóða
- Eitt tvørfakligt arbeiðsumhvørvi millum dugnaligar eldhugaðar starvsfelagar.

- Møguleika at vera við í spennandi flytingartilgongd í nýggja bygningin á Reynstúni á Argjum.

- At vera luttakandi á einum arbeiðsplássi í menning, har umsorgan og nærvera
eru í hásæti.

- Góða innleiðslu og upplæring.

- Førleikamenning í arbeiðsháttinum KRAP.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Menningartarn. Tann, ið verður sett/-ur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir starvið við at klikkja á tann grøna knøttin "Søk starvið" og síðan útfylla umsóknarblaðið og viðhefta viðkomandi fílur.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.01.2024 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hansinu Vilhelmsdóttir, leiðara á Eirargarði 16A, á tlf. 297428 ella Heidi Henriksen, leiðara á Eirargarði 16B, á tlf. 297440.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið