Almannaverkið
Lýsing
...til bú- og viðgerðarstovn fyri børn og ung í Tórshavn
Eindin Barnaverndarstovnar í Almannaverkinum søkir eftir trimum fólkum við námsfrøðiligari ella heilsufakligari útbúgving at starvast á nýggjum bú- og viðgerðarstovni fyri børn og ung í Tórshavn
Um størvini
Talan er um 3 størv fulla tíð at byrja skjótast til ber ella at byrja eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti. Neyðugt er at hava koyrikort.