Lýsing
Trygdargrunnurin søkir skrivstovunæming
Kundi tú hugsað tær at arbeitt innan skrivstovuyrkið? Ert tú ágrýtin, jalig/-ur og
fús/-ur at læra? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Vit leita nevniliga eftir einum
gløggum og ágrýtnum skrivstovunæmingi at byrja skjótast til ber.
Hjá okkum kemur tú at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við starvsfólkum, sum fegin vilja geva tær eina góða næmingatíð.
Tað hevur týdning, at tú:
- Hevur miðnámsútbúgving
- Ert væl skipað/-ur
- Tímir væl at arbeiða við tølum
- Dugir væl at brúka teldu
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki
Vit bjóða tær útbúgving í einum spennandi umhvørvi, har uppgávurnar eru ymiskar og avbjóðandi. Tú lærir at nýta allar hentleikar, sum hoyra eini nútímans skrivstovu til.
Á Trygdargrunninum starvast trý fólk, men skrivstovan er á Arbeiðsloysisskipanini, og vit hava eitt sera tætt samstarv við Arbeiðsloysisskipanina. Hjá ALS starvast í løtuni 28 fólk, og sum næmingur á Trygdargrunninum kemur tú eisini at royna nøkur av arbeiðsøkjunum hjá ALS.
Lærutíðin er 2 – 2 1/2 ár. Tað veldst um hvørja útbúgving tú hevur.
Lønin er sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til birita@als.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 10. september. Vit vilja helst, at tú byrjar skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar viðvikjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Jeanette á Argjaboða, deildarleiðara, á tel. 349 527 ella senda henni ein teldupost á jeanette@trygdargrunnurin.fo
Eitt sindur um okkum
Trygdargrunnurin varð stovnaður í 2011. Endamálið hjá grunninum er at veita fiskimonnum inntøkutrygd, tá inntøkan frá fiskiskapi svíkur. Aftrat hesum umsitur grunnurin eisini skipan fyri Fiskimálaráðið við stuðli til flutning av fiski.
Trygdargrunnurin hevur samstarvsavtalu við ALS, og øll nýggj starvsfólk verða sett í starv hjá ALS og eru tí starvsfólk hjá ALS.
Sí lýsingina sum pdf her.