Strandfaraskip Landsins
Útgivið
10. oktober 2024
Útgongur
23. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandferðslan er í støðugari menning. Prosjekteringin av tveimum skipasløgum, ið bæði fara at sigla upp á ravmagn/battaríir, er komin so mikið áleiðis, at sett kann skjótt verða á útbjóðing av at byggja nýggju kalsoyarferjuna.

Aðrar grundskipanir há Strandferðsluni verða eisini dagførdar í løtuni, millum annað talgilding av trygdarskipanini ISM/International Safety Management og dagføring av ferðaskipanum so sum ferðaseðlasølu, bílegging og ferðaætlan.
Ynskið er at stimbra og menna trygdarmentanina í reiðaríunum. Hevur tú hug at starvast við hesi menning og rakstrinum av trygdarøkinum hjá Strandferðsluni, er spennandi og avbjóðandi starvið sum trygdarleiðari leyst at søkja.

Um starvið
Starvið verður myndað saman við rakstarleiðaranum og leiðslunum úti á skipunum.

Trygdarleiðarin er DPA/Designated Person Ashore og umsitur tí trygdina umborð á skipunum og á landi, í tráð við føroyska og altjóða sjóvinnulóggávu og ISM. Lyklauppgávan er at víðarimenna trygdarskipanina og -mentanina hjá Strandferðsluni. Trygdarleiðarin vísir til rakstrarleiðaran.

Ábyrgdarøkið
Sum trygdarleiðari og DPA hevur tú millum annað ábyrgdina av at:

-Leiða innanhýsis skoðan á skipunum og høvuðsskrivstovuni og samskipa uttanhýsis skoðan

- Umsita og hava eftirlit við ISM á høvuðsskrivstovuni, farmastøðunum og ferjunum

- Skipa arbeiðsumhvørvis- og trygdarfundir

- Ráðgeva leiðsluni í trygdarmálum og -spurningum og veita skilagóða vegleiðing

- Málsviðgera og greina ISM-fráboðanir og -eftirmetingar

-Fyriskipa og stuðla menningarátøk innan trygdarøkið og tryggja dagførdar mannagongdir

-Luttaka í setanum, tá skipsleiðslur verða settar í starv og veita trygdarkunning

-Gera mannagongdir fyri handfaringina av vandamiklum farmi sambært IMDG-kotuni

Vit ímynda okkum, at tú hevur 

- viðkomandi sjóvinnuútbúgving ella starvsroyndir, sum kunnu javnmetast

- kunnleika til lógarkrøv innan trygd og skiparakstur og áhuga fyri víðarimenning

- góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir

Vitan um ISM-trygdarskipanir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Setanartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag og verður flokkað samsvarandi viðkomandi royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 23. oktober 2024.Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niels J. Nielsen, rakstrarleiðara á nin@ssl.fo ella 293041 ella 343000.

Um Strandfaraskip landsins
Strandfaraskip landsins eru landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Við lóg er ásett, at Strandferðslan skal lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Virksemið er spjatt kring landið allar dagar á árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur íalt 30 sjó- og landvegis farleiðir: 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir við átta ferjum og 48 bussum. Rakstur av ferðafólkaflutningum við tyrluni er á játtan hjá Strandferðsluni. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið ein góð 1 millión: 500 túsund við ferjunum, 500 túsund við bussunum, 130 túsund akfør og 10 túsund við tyrluni. Starvsfólkahópurin er áleið 180 fólk, mest skipsmanningar. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovuna. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið