Lýsing
Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum óformellum arbeiðsumhvørvi við góðum og hjálpsomum starvsfeløgum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum, so er tað møguliga júst tíni umsókn, vit bíða eftir.
Vit leita eftir nýggjum trygdarleiðara at byrja 1. september ella eftir nærri avtalu.
Um Vága Floghavn
Vága Floghavn er loftvegis portur Føroya til altjóða sambond og tryggjar smidligt og trygt flogsamband við umheimin.
Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini. Í dag starvast góð 90 fólk hjá okkum, meðan tað hjá øllum fyritøkum á flogvøllinum til samans starvast omanfyri 300 fólk.
Um starvið
Trygd (security) innan flogvinnu snýr seg um at tryggja flogferðslu móti ólógligum og óynsktum gerðum, ið kunnu hótta trygdina hjá ferðafólki, starvsfólki, útgerð, flogførum og flogvøllum.
Sum trygdarleiðari myndar tú trygdina og trygdarmentanina í føroyskari flogferðslu, og søkja vit ein eldhugaðan og ábyrgdarfullan leiðara – kvinnu ella mann – sum vil seta dám á menningina av trygdini (security) á flogvøllinum.
Tín uppgáva verður at tryggja, at Vága Floghavn lýkur altjóða myndugleikakrøv á security-økinum. Tú kemur at seta fyribyrgjandi tiltøk í miðdepilin í eini vinnu, sum broytist skjótt, bæði tá umræður myndugleikakrøv, tøkni og vaksandi virksemi. Hetta krevur sjónliga leiðslu, greiða fyriskipan og neyva góðskustýring.
Trygdarøkið fevnir um eitt breitt virkisøki, og starvsfólkahópurin er fjølbroyttur. Sum trygdarleiðari verða tínar uppgávur m.a. at:
- samstarva við myndugleikar um trygdarætlan, eftirlit, váðametingar, verkætlanir o.a.
- tryggja, at lóggáva verður fylgd og broytingar settar í verk
- samskipa samstarvið við løgregluna, aðrar myndugleikar og veitarar
- arbeiða við tillagingum í bygnaði og mannagongdum á security-økinum
- leiða og stuðla toymið av leiðandi starvsfólki innan trygdareftirlit
- luttaka í rekruttering og menning av starvsfólkahópinum
- tryggja góðsku og skipað eftirlit (t.d. innaneftirlit, testir, trygdarhendingar)
- skipa útbúgvingar og trygdarcertificering/trygdargóðkenningar
- tryggja eitt vælvirkandi atgongdareftirlit og yvirvakingarskipan
- meta um váðar í sambandi við byggi- og verklagsverkætlanir
- samskipa tilbúgvingarætlanir og venjingar
- luttaka í menningar- og broytingarverkætlanum
Vit vænta, at tú:
- hevur langa ella miðallanga útbúgving innan fyrisiting, góðsku, løgfrøði ella líknandi
- royndir innan trygd, flogferðslu ella góðskustýring er ein fyrimunur
- dugir at arbeiða við lógum og fyriskipanum og at miðla hesi
- dugir væl at samskifta
- ert fyrikomandi, skipað/ur og dugir at samstarva tvørtur um deildir
- hevur góðar telduførleikar og yvirlit yvir heildarmyndir
- tosar og skrivar føroyskt og danskt flótandi, og klárar teg væl á enskum
Vit bjóða tær:
- eitt sjálvstøðugt og mennandi leiðarastarv í einum arbeiðsplássi í støðugari menning
- ein fjølbroyttan og fakliga sterkan starvsfólkahóp
- ávirkan á eitt samfelagskervi við stórum týdningi fyri Føroyar
- Javnstøða og fjølbroytni
Vága Floghavn leggur dent á javnstøðu og fjølbroytni. Vit vilja hava leiðarar og starvsfólk við ymiskum royndum, sjónarmiðum og bakgrundum. Vit eggja øllum – bæði kvinnum og monnum – at søkja, eisini um tú ikki lýkur øll krøvini. Rættur hugburður og viljin at læra kunnu viga líka tungt.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu. Starvið er treytað av, at viðkomandi sum verður sett/ur, hevur reina revsiváttan og fær neyðuga trygdargóðkenning frá myndugleikunum.
Trygdarleiðarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran og verður partur av leiðslutoyminum hjá Vága Floghavn.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
- Regin I. Jakobsen, stjóra – tlf. 784400 / rij@fae.fo
- Andrass Jensen, trygdarleiðara – tlf. 784403 / anje@fae.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 14. juli 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.