North Risk Tryggingarmekling
Útgivið
5. juli 2024
Útgongur
2. august 2024
Staður
Á Gaddi 4, 520 Leirvík, Faroe Islands
T-post
asv@northrisk.dk

Lýsing

Kom og gerst partur av spennandi fyritøku, sum veitir tryggingarráðgeving til føroyskt vinnulív á altjóða støði!

Vit leita eftir einum tryggingarráðgeva, sum hevur hug at vera við til at broyta føroyska tryggingarmarknaðin, og skapa størri kapping til gagns fyri okkara kundar, sum einamest eru størri føroyskar vinnufyritøkur.

  • Trívist tú í einum skiftandi gerandisdegi, har fokus er á at finna bestu og bíligastu tryggingarloysnina til okkara kundar?
  • Ert tú álitisvekjandi, ágrítin og íleggin, og megnar tú at fimla við fleiri bóltum í senn?
  • Ert tú til dystin fús tá á stendur og nógv er at gera, og kundi tú hugsað tær at gjørst partur av minni felagið, har stutt er millum avgerð og verk?
  • Dugir tú at arbeiða skipað og trívist tú í einum arbeiði, har næstan eingin dagur er tann sami?

So les víðari og send okkum eina umsókn.

 

Høvuðs arbeiðs- og ábyrgdarøki
Tú kemur fyrst og fremst at hava ábyrgd fyri kundaráðgeving og røkt av verandi kundum. Harnæst inniber arbeiðið eisini sølu.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Greina tryggingartørv hjá kundanum
  • Ráðgeving og sparring um tryggingarviðurskifti kundans
  • Samskifti og samráðingar við føroysk og útlendsk tryggingarfeløg
  • Skipa og fremja tryggingarútboð millum føroysk og útlendsk tryggingarfeløg
  • Skaðaráðgeving
  • At virka sum bindilið millum kundan og tryggingarfeløg
  • Leita upp nýggjar kundar, og luttaka í sølufremjandi tiltøkum

 

Førleikar
Tann rætti umsøkjarin hevur hollar royndir innan og góðan kunnleika til vinnutrygging sum heild, eitt nú:

  • At greina tryggingartørv
  • At veita viðkomandi tryggingarráðgeving
  • At veita góða kundarøkt
  • Góður miðlari av fløktum spurningum
  • Góðar sosialar førleikar
  • Setur kundan í hásæti
  • Tekur ábyrgd og kann arbeiða sjálvstøðugt, uttan at gloyma at saman koma vit eisini væl fram.

 

Útbúgving
Tú skal í minsta lagi hava prógv á støði 4 frá Tryggingarháskúlanum. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú ert í gongd við at útbúgva teg til / ert útbúgvin tryggingarmeklari.

 

Hvussu er at arbeiða hjá NORTH

NORTH Risk Tryggingarmekling er ein ung føroysk fyritøka, sum er dóttirfelag hjá danska felagnum NORTH Risk Forsikringsmægler A/S.

Málið er gjøgnum økta kapping at nútíðargera føroyska tryggingarmarknaðin, soleiðis at kundar okkara kunnu fáa tryggingar á altjóða støði fyri kappingarføran prís.

Hóast lága aldurin hava vit bæði í føroysku fyritøkuni, men eisini gjøgnum tætt samstarv við danska móðurfelagið, umfatandi vitan um trygging frá royndum við at ráðgeva altjóða fyritøkum um teirra tryggingarviðurskifti.

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum fakliga avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, og um tørvur er á tí er tað sjálvandi møguligt at víðariútbúgva seg.

Vit eru í løtuni trý fólk, sum starvast við føroyska marknaðin burturav.

Starvið er eitt fulltíðarstarv, lønt sambært førleikum.

 

Umsóknarfreist
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og starvið verður hildið opið inntil tann rætti umsøkjarin er funnin.

 

Vilt tú vita meira
Hevur tú áhuga í starvinum, men ynskir at fáa meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Arna Vatnhamar á tlf. +298 281080 / +45 2161 7261.

 

SØK STARVIÐ HER

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið