Tjóðsavnið
Útgivið
16. januar 2025
Útgongur
6. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tjóðsavnið søkir eftir tveimum lívfrøðingum at seta í starv 1. mars ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstørv, sum eru tíðaravmarkað í tvey til fýra ár. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at fylgja gongdini hjá djóra- og plantusløgum á landi. Tað verður gjørt við støði í altjóða verkætlanini Circumpolar Biodiversity Monitoring Program (CBMP). Til ber at lesa meira um CBMP-verkætlanina her.

Annað starvið er staðsett á plantudeildini, hitt á landdjóradeildini. Møguleiki er fyri, at annað starvið, í samráð við umsøkjara, verður knýtt at rannsóknarstøðini í Koltri.

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá lívfrøðingunum verða at:

  • skipa fyri rannsóknararbeiði og gransking
  • innsavna og skráseta lívfrøði á landi
  • greina og eyðmerkja sløg
  • viðgerða dátur
  • miðla úrslitini
  • luttaka í samstarvi bæði innan- og uttanlands
  • annað savnsarbeiði

Førleikar:
Vit vænta, at tú hevur:

  • hægri útbúgving í lívfrøði
  • viðkomandi vitan um og áhuga fyri djóra- ella plantulívi
  • góð samstarvsevni og ert ágrýtin
  • førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • koyrikort

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv har tú kemur at ferðast og kanna føroysku náttúruna. Tey, ið verða sett, verða partur av einum eldhugaðum toymi, sum støðugt arbeiðir við at menna vitanina um okkara virðismiklu náttúru.

Tjóðsavnið er eitt gott arbeiðspláss við nógvum ymiskum fólkum, útbúgvingum og førleikum, og vit leggja dent á trivnað og góð sosial tiltøk.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Leiv Janus Hansen, leiðara á Landdjóradeildini (340571, janus@savn.fo ) ella Kolbrún í Haraldsstovu, leiðara á Plantudeildini (340577, kolbrun@savn.fo ) fyri at fáa meira at vita um størvini.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast gjøgnum skipanina Alfred, sí her .

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2025.
________________

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Tjóðsavnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið