Almannaverkið
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
28. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

- á Reynstúni á Argjum

Almannaverkið søkir eftir tveimum námsfrøðingum til spildurnýggja Sambýlið á Reynstúni á Argjum. Húsið er fyri fólk við menningartarni og fjølbreki. Í húsinum er pláss fyri 18 fólkum. Sambýlið er skipað í tvær lonir við níggju búfólkum í hvørji lon. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.

Um størvini
Tvey størv 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri at tillaga tímatalið. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Vaktirnar fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at geva búfólkunum eitt so gott og virðiligt lív sum gjørligt. Hetta gera vit við at arbeiða viðurkennandi og við at geva námsfrøðiligan og heilsufremjandi stuðul, røkt og umsorgan.

Tú fert at arbeiða saman við námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum. Tú fert at arbeiða við at tryggja dygdargóða tænastu til búfólkini í einum tvørfakligum samstarvi. Uppgávan er at vera við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum og at arbeiða eftir ávísum leisti, har støði verður tikið í tí einstaka búfólkinum.

Vit eru við at útbúgva starvsfólk í KRAP-hugtakinum, sum eisini er ein partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði. KRAP er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið