Útgivið
25. oktober 2021
Útgongur
10. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Tveir sjúkrarøktarfrøðingar til Børn og Ung Psykiatri

Tveir sjúkrarøktarfrøðingar til Børn og Ung Psykiatri

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir eldhugaðum sjúkrarøktarfrøðingum til dageindina á Børn og Ung Psykiatri. Talan er um føst størv á brøki 0,8 til setan frá 01.01.2022 ella eftir nærri avtalu.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung Somatik og Børn og Ung Psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað fyri øll børn. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.

Børn og Ung Psykiatri
Børn og Ung Psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dageind. 21 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at deildini. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Dageindin bleiv sett á stovn á heysti 2019 og er tí eitt relativt nýtt miljøterapeutiskt tilboð til børn og ung, sum hava tørv á daginnlegging. Sum sjúkrarøktarfrøðingur í dageindini kemur tú at arbeiða við tí tvørfakligu miljøterapiini, har tú virkar sum kontaktpersónur hjá teimum, ið eru innløgd og teirra avvarðandi. Arbeiðsøkið fevnir um útgreiningar uppgávur við einum samskipandi leikluti og miljøterapeutiskum eygleiðingum. Arbeiðsuppgávurnar á dageindini umfata harumframt at veita viðgerð, uppfylging og netverksvirksemið. Í miljøterapeutiska arbeiðinum eru eisini praktiskar uppgávur sum t.d. samskipan av vikuætlan og innkeyp við tí endamálið at skapa ein meiningsfullan gerandisdag fyri teimum, sum eru innløgd og eindina sum heild.

Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.

Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum millum kl. 08:00-16:00, men talan kann í summum førum vera um seinni vaktir, tvs. til kl. 20:00.

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børn og ung er ein fyrimunur

Vit ynskja umsøkjara:

  • Við hegni at arbeiða sjálvstøðugt, og at samstarva interprofessjonelt
  • Við góðum skipanarevnum, góðum yvirliti, og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Við førleikum at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga, til einstaklingar og bólkar
  • Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
  • Við smidleika og arbeiðssemi
  • Við persónligum búnaskapi og støðufesti, ið er tilreiðar at virka í einum umskiftiligum umhvørvi, sum framvegis er undir menning
  • Við evnum og áhuga fyri at reflektera yvir egið virksemið
  • Sum kann halda fokus, handfara avbjóðandi støður umframt implementera og fylgja mannagongdum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsøki í støðugari menning
  • Innleiðslu og upplæring á deildini
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camillu Henanger, funktiónsleiðari í Børn og Ung Psykiatri, á camhe@ls.fo, til Súsannu Reinert-Petersen, yvirlækna susrp@ls.fo ella Albertu Mc.Leod Jacobsen, toymisleiðara albja@ls.fo / tlf. 271788.

Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á tlf. 304740.

Umsóknarfreistin er tann 10.11.2021.
Setanarsamrøður verða hildnar 18.11.2021.

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum "Um okkkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið