Lýsing
Sært tú detaljurnar? Dugir tú væl við fólki? Trívist tú við skiftandi arbeiðstíðum? So kanst tú gerast tollari hjá TAKS.
At vera tollari er eitt spennandi og samfelagsliga týðandi arbeiði. Í tøttum samstarvi við aðrar tollarar hevur tú eftirlit við inn- og útflutningi av vørum og peningi, umframt við ferðandi. Tú hittir fólk í skiftandi støðum, og í intensum løtum hava títt róliga lyndi og skørpu eygu alt at siga.
Fakligir førleikar
Tú hevur útbúgving innan eitt nú løgreglu, speditión, kriminologi (bachelor ella kandidat) ella annað viðkomandi øki. Drúgvar royndir innan tolløkið kunnu javnsetast við útbúgving.
Royndir við kanningararbeiði/eftirlitsarbeiði kunnu vera ein fyrimunur. Tað telur eisini við, um tú hevur kunnleika til almenna fyrisiting og royndir at arbeiða innan lógarásettar karmar.
Vit ímynda okkum, at tú:
- arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og í toymi,
- samskiftir greitt munnliga og skrivliga,
- dugir at skriva eftirlitsfrágreiðingar,
- hevur lætt við at seta teg inn í galdandi lógir og reglur.
Harumframt er umráðandi, at tú:
- hevur koyrikort og reina revsiváttan,
- tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt.
Persónligir førleikar
Tú dugir væl við fólki, ert fyrikomandi og samstarvar væl. Tú ert álitisvekjandi og hevur gott sinnalag, og tú ert sálarliga og kropsliga væl fyri. Tollstarvið krevur nærlagni, og tí arbeiðir tú skipað, ert forvitin av lyndi og dugir at avlesa støður og síggja tey smáu tingini. Tú slært kalt vatn í blóðið í spentum støðum og vísir professionella atferð í øllum lutum.
Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir um nógv ymisk eftirlit, millum annað ferðafólkaeftirlit, skipaeftirlit, goymslueftirlit, innflutningseftirlit og útflutningseftirlit. Nógv av arbeiðinum er knýtt at skráseting og umsiting við telduna, og tú trívist við hesum.
TAKS er í ferð við at nútímansgera og framtíðartryggja sínar telduskipanir. Tú fert eftir tørvi at luttaka í hesum arbeiði og geva títt fakliga íkast. Tí er neyðugt, at tú hevur áhuga og flair fyri skipanum og tøkni.
Tú verður partur av vaktarskipanini í tollinum, har vaktirnar kunnu vera drúgvar, og størri eftirlit kunnu eisini vera ymsar tíðir í samdøgrinum.
Setanarviðurskifti
Størvini eru fulltíðarstørv og verða sett skjótast gjørligt. Tey eru lønt sum tænastumannalíknandi størv í 27. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum.
Høvuðsstarvsstaðurin er TAKS í Havn og flogvøllurin. Tollarar hava ofta uppgávur kring alt landið, og tú skalt tí kunna arbeiða á skiftandi arbeiðsstøðum. Setanarøkið er TAKS og fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Umsóknarfreistin er 18. februar 2026
Søk starvið á umsóknarskema okkara, har tú viðheftir umsókn, CV, prógv og viðmæli.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.