Lýsing
Tvey barnsburðarfarloyvisstørv sum sjúkrarøktarfrøðingar til B8 á Landssjúkrahúsinum.
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á starvsbrøk 0,8 til B8 at byrja 01.06.2023, ella eftir avtalu, til og við 31.08.2024 í skiftandi vaktum.
B8 er ein medisinsk deild, ið tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 12 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar sum deildin. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi og lungamedisin. Væntandi flyta vit í H-bygningin í ár og tí verða broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina