Vága Floghavn
Útgivið
13. juni 2022
Útgongur
20. juli 2022
Staður
fae@fae.fo, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
311

Lýsing

Vága Floghavn søkir eftir tveimum starvsfólkum til fast starv, at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsøkið er innan reingerð og annað í hesum sambandi. Starvsfólk kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.

Reingerðararbeiði:
Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaskiskipan.

Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Arbeiðstíðir eru allar dagar í viku og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.

Vanliga arbeiðstíðin er uml. 8 tímar um dagin, mánadag til fríggjadag, og liggur ímillum kl. 8:00 og 16:00 við møguleika fyri flextíð. Tó kann onkuntíð gerast neyðugt at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt.

Arbeitt verður vanliga ikki í vikuskiftinum, uttan at serligar umstøður gera tað neyðugt. Verður onkuntíð arbeitt í vikuskiftum, fella frídagarnir vanligar gerandisdagar.

Setanartreytir:
Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um mánaðarlønt starvsfólk.

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi hevur reina revsiváttan.

Umsókn:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juni 2022, kl. 12.00.

Umsókn, saman við viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:

Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
ella t-post: fae@fae.fo

Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til fae@fae.fo.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið