Útgivið
10. september 2021
Útgongur
26. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Tvey leys størv í KT Landsins

Hevur tú hug at arbeiða við KT og brúkarahjálp? Leggur tú dent á at veita góða tænastu? Vit leita eftir tveimum KT supportarum til ávikavist 1st og 2nd level support. Tú verður partur av einum spennandi KT umhvørvi við góðum møguleikum fyri fakligari menning. 

Um størvini 
Brúkarahjálp er ein týðandi partur av virkseminum hjá KT Landsins, og høvuðsuppgávan hjá bæði 1st og 2nd level hjálpini er veita brúkarahjálp til brúkarar í Landsneti og Skúlaneti. 

1st level support 

  • Veita brúkarahjálp á teldum, teldlum, fartelefonum og terminalservarum, bæði umvegis telefon, teldupost, í helpdeskskipanina og á staðnum 
  • Umsita brúkarar og rættindi í Active Directory, Microsoft Exchange og Office 365
  • Gera teldur, teldlar, fartelefonir og prentarar klárar
  • Finna og loysa grundleggjandi feilir á t.d. neti, teldum og prentarum. 

Førleikar til starvið
Fyri at røkja starvið er týðandi, at tú ert fyrikomandi og leggur dent á at veita góða tænastu. Tú hevur tol og dugir væl at samskifta í talu og skrift. Tú hevur áhuga í KT.  


2nd level support 

  • Veita brúkarum hjálp við ymiskum tóleindum umvegis telefon og úti hjá brúkarunum umframt at vera stuðul hjá 1st level support
  • Seta upp og umsita Active Directory, Exchange, Windows Server, Azure Active Directory, Teams, SharePoint Online, Exchange Online, OneDrive, Intune og aðrar Office 365 skipanir
  • Umsita forrit, stýrisskipanir og stillingar til ymsar tóleindir, og seta tað í verk við Intune og SCCM
  • Seta upp og umsita net 
  • Finna og loysa feilir á neti, tóleindum og skipanum
  • Arbeiða við automatisering og scripting í t.d. PowerShell og líknandi amboðum
  • Arbeiða við tøkniligari trygd og trygdaruppsetingum
  • Arbeiða í verkætlanum

Førleikar til starvið
Fyri at røkja starvið er týðandi, at tú hevur áhuga fyri KT, hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir innan KT t.d. KT supportari. Vit samskifta eisini við útlendskar veitarar, og tí er neyðugt, at tú, umframt føroyskt, dugir at samskifta á donskum og enskum. 

Um KT Landsins 
Vit reka felags KT undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa KT hjá landsins stovnum og undirvísingarstovnum. Tænasturnar hjá okkum eru: 

  • Hýsing og rakstur av servarum og neti
  • Teldu og brúkaraumsiting
  • Brúkarahjálp
  • Ráðgeving og samskipan innan KT
  • Felags innkeyp av KT
  • KT trygd

Setanar- og lønarviðurskifti  
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og verða lønt í ávikavist 4. Og 6- lønarflokki.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel 79 24 99.  

Umsókn  
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til starv@gjaldstovan.fo, og viðmerk um tú søkir 1st ella 2nd level support. Umsóknarfreistin er 26. september 2021 kl.  

Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar.

Vit eru áleið 70 starvsfólk og 10 teirra í KT Landsins. Vit húsast í Albert Hall á Argjum, har vit hava góðar arbeiðsroyndir, og døgurði fæst til keyps. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Líknandi størv

24. april 2024
Lærari til Matvørudeildina   Faroe Islands nýtt
22. april 2024
Fíggjarleiðari   Faroe Islands nýtt
22. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið