Almannaverkið
Útgivið
15. december 2025
Útgongur
5. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum er nýggjur stovnur við 18 íbúðum, har borgarar við autismu og møguligum øðrum diagnosum flyta inn í, í næstum. Í búfelagsskapinum er felagsrúm við køki og starvsfólkarúmi umframt tvey felagshølir til hugna og samveru.

Gerandisdagar kunnu húsfólkini vera í skúla ella til arbeiðis á virknis- ella verkstaðstilboði. Í frítíðini ganga tey til ymiskt frítíðarvirksemi og koma saman við øðrum í t.d. frítíðarklubba, í kvøldskúla og í ymiskum ítrótti.

Um størvini
Talan er um tvey størv fulla tíð at byrja skjótast møguligt ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. dag- og kvøldvaktir og 3. hvørt vikuskifti. Møguleiki verður at gera avtalu um eitt sindur niðursetta tíð, um ynski er um tað.

Eisini verður søkt eftir fólki, sum kunnu avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu o.ø.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144807&DepartmentId=19272&MediaId=4615

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið