Lýsing
Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt og eitt starv á 32 tímar at byrja 01.08.2023.
Eisini verður søkt eftir fólki at avloysa í samban i við feriur, sjúkrafráveru, avspáking og annað.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Starvsstaðurin er í Miðvági.
Arbeiðsuppgávur
Á stovnin koma børn við fjølbreki til eitt fyribyrgjandi og mennandi dag- og umlættingartilboð.
Vit arbeiða miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarvi við avvarðandi. Vit hava borgaran í miðdeplinum og leggja dent á góðan trivna á arbeiðsplássinum.
Uppgávan er at geva tí einstaka barninum umsorgan og stuðul, so tey kunnu kenna seg trygg og mennast í einum innihaldsríkum gerandisdegi, somuleiðis, sum at gera venjingar sum viðlíkahalda og stimbra kropsligu menningina.