Umhvørvisstovan
Útgivið
5. maj 2025
Útgongur
11. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Ófaklært

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir eftir tveimum fólkum at arbeiða í Skógrøkt í summar. Deildin varðar av skógfriðaðu økjunum í Føroyum, alir og selur plantu  og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.

Arbeiðsuppgávurnar eru:
- avgreiðsla av kundum
- merking og framsýning av vørum
- vegleiðing í plantusøluni
- at fríðka um og viðlíkahalda søluøkið
- at seta vøru fram í sølubúðini
- at skrása plantur í kassaskipanini

Harafturat kemur tú eftir tørvi at hjálpa til við ymiskum arbeiðsuppgávum á Skógrøkt, eitt nú at vatna trø og plantur.

Førleikar
Vit vænta, at tú
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- hevur áhuga fyri plantu- og viðarvøkstri
- ert væl skipað/ur og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
- dugir væl at samstarva

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við sølu og kundatænastu.

Setan
Størvini eru fulltíðarstørv, ella sambært avtalu. Talan er um tvey tíðaravmarkað størv til og við 15. august. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreist er 11. mai 2025.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Tinu Ragnudóttir, tinar@us.fo, tlf. 259259 ella Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, sigurdj@us.fo, tlf. 234388.

Til ber at søkja starvið her.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru-og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit,
viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág
millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar
umstøður, at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið