Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir tveimum fólkum at arbeiða 30 tímar í miðal um vikuna at arbeiða í ávikavist sambýlinum á Bárðarfløtti og verkstaðnum á Bakka.
Um størvini
- Eitt fast starv 30 tímar í sambýlinum á Bárðarfløtti í Vági at byrja 1. desember 2023. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. í dag-, kvøld-, millum-, og náttarvaktum.
- Eitt fast starv 30 tímar á verkstaðnum á Bakka í Vági at byrja 1. desember 2023. Arbeiðstíðin gerandisdagar og er skiftandi í tíðini frá kl. 8 til kl 17.