Lýsing
Dámar tær at arbeiða við fólki við serligum tørvi, so hevur tú nú møguleikan at søkja starv á Virknis- og umlættingardeplinum á Sandi.
Um størvini
Tvey størv 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum alt samdøgrið og 3. hvørt vikuskifti. Arbeiðsstaðurin er á Virknis- og umlættingardeplinum á Sandi, men vit veita eisini stuðul úti í økinum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at veita umlætting til borgarar við seinheilaskaða. Harumframt verður veitt umlætting og virknistilboð til borgarar við m.a. fjølbreki. Arbeiðið umfatar grundleggjandi heilsurøkt og stuðul og at vera við til at geva borgarunum ein virknan gerandisdag samsvarandi teirra egnu ynskjum og fortreytum.