Almannaverkið
Lýsing
Um størvini
- Eitt starv 40 tímar um vikuna. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv at byrja skjótast gjørligt og til 01.04.2024. Arbeitt verður skiftandi vaktir allar dagar í vikuni.
- Eitt starv 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður skiftandi vaktir allar dagar í vikuni.
Arbeiðsuppgávur
Eindin Likamligt Brek er í Trivnaðardepilinum sum varðar av fólki sum hava likamssjúku, seinheilaskaða ella demens.
Arbeitt verður í eini einstaklingafyriskipan í Tórshavn, har uppgávan er at vera stuðul hjá borgara við likamssjúku. Uppgávan er at geva borgaranum eitt gott og innihaldsríkt lív umframt at veita persónliga røkt, at matgera og gera vanligar húsarhaldsuppgávur. Saman við borgaranum kemur tú til at skapa ein innihaldsríkan dag fyri hann.