P/F SMS
Útgivið
6. august 2025
Útgongur
19. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir starvsfólkum til krásadeildina hjá okkum í Miklagarði, har vit hvønn dag hava nógvar kundar framvið. Vit gera bæði mat út úr húsinum og ymiskar matloysnir til handilini, salat, og so hava vit eitt stórt úrval av ostum og viðskera.

Tín fremsta uppgáva á Krásadeildini er at avgreiða og hjálpa kundum, og harafturat hjálpa við at fylla diskarnar við alskyns lekkrum krásavørum.

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi og tilvitað/ur um góðsku og reinføri. Tú má harafturat hava lætt við at samskifta við kundar og starvsfelagar. Ynskiligt er, at tú kanst samskifta á norðurlendskum málum.

Tvey størv eru í løtuni leys at søkja; eitt fulla tíð, og eitt parttíð nakrar seinnapartar um vikuna.

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2357, og siga okkum hvørjum tú ert áhugað/ur í.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, telefon 233432.

Líknandi størv

Kom í læru hjá okkum   Faroe Islands nýtt
6. august 2025
6. august 2025
6. august 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið