Útgivið
5. august 2022
Útgongur
21. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík verður søkt eftir tveimum vaktarfólkum. Talan er um eitt fast starv í sambandi við at eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur verið í starvinum í mong ár, fer frá fyri aldur, umframt eitt farloyvisstarv inntil 15. september 2023.

Tú kemur at verða partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni
  • Umvæling og røkt av útgerð og maskinum á brennistøðini
  • Móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Krøv til umsøkjaran

  • Ynskiligt er, at tú ert maskinmeistari ella hevur líknandi hægri útbúgving
  • Tú skalt kunnu arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum

Setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftisvaktum. Brennistøðin hjá IRF er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.

Ynskiligt er seta farloyvisstarvið skjótast gjørligt og at tann í fasta starvinum kann byrja tann 1. oktober 2022.

Umsóknarfreist
Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi sunnudagin 21. august 2022. Viðmerk “Vaktarfólk til brennistøðina”.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran á brennistøðini, Andrias Joensen, á tlf. 23 42 14.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt starv, har tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tóku vit ímóti og viðgjørdu 42.000 tons av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið